Um høllinaTjóðarleikvøllurMentanardepilMøguleikarFólkaheilsudepilTilbúgving
Samband

Tjóðarhøll
Føroya

Í longri tíð hevur verið arbeitt við tankunum um at byggja eina stórhøll í Føroyum. Eina høll, sum kann hýsa stórum ítróttatiltøkum, konsertum, ráðstevnum og mentanartiltøkum av alskyns slag – og ikki minst eina høll, sum hevur altjóða góðkenning til at vera heimavøllur hjá einum stórum parti av innandura ítróttagreinunum í Føroyum.

Vælkomin til framtíðina!

Her sært tú hvørjar ótrúligar møguleikar Føroya Arena fer at bjóða tær.

Staðseting

Góð atkoma og rúmligt kringøki

Føroya Arena verður bygd við Stórutjørn uppi í Hoyvík og er so statt geografiskt mitt í landinum.

Høllin er við Ringvegin, sum knýtir saman nýggja innkomuvegin til Havnar frá Eysturoyartunlinum við høvuðsstaðarøkið og innkomuvegin frá Sandoyartunlinum (og Suðuroyartunlinum). So statt fara útivið 90% av øllum føroyingum í 2023 at hava góða atkomu til stórhøllina.

Kringøkið er rúmligt, og eru tað 650 parkeringspláss við stórhøllina, samstundis sum tað eru góðar umstøður til at skipa bussflutning til og frá høllini, bæði oman í miðbýin í Havn og til aðrar partar av landinum.

BrúksDømir

Møguleikar við høllini

KonsertirBlandaHondbólt
Heilsan í hásætið

Fólkaheilsudepil

Við nýggja Fólkaheilsudeplinum skulu vit leggja lunnar undir eitt enn betri samfelag at liva og vaksa upp í. Grundað á gransking innan heilsuvísindi, rørslu og lívshátt skal Fólkaheilsudepilin skunda undir eina broyting í samfelagnum, har loysnir fáast upp á vaksandi trupulleikan við lívsháttarsjúkum. 

Málið er, at Føroyar, sum fyrsta land í heiminum, skal loysa trupulleikarnar við lívsháttarsjúkum!
Sí meira
Einar tryggari Føroyar

Stórhøll sum partur av landstilbúgving Føroya 

Stórar ítróttahallir ella fótbóltsleikvøllir eru oftani partur av tilbúgvingini einum øki, einum landsluti ella í einum landi, serliga um stórar vanlukkur, sum raka nógv fólk, henda.

Sí meira
Møguleikar

Hvat siga brúkararnir?

Vit spurdu í Volda í Noreg, hvat teirra stórhøll hevur givið av møguleikum.

  • Rune Hauge Aarflot
    Leiðari, Volda Arena
  • Kirstin Indresøvde
    Leiðari, KFUM Volda Volley