Um høllinaTjóðarleikvøllurMentanardepilMøguleikarFólkaheilsudepilTilbúgving
Samband

Fólkaheilsudepil

Málið er, at Føroyar, sum fyrsta land í heiminum, skal loysa trupulleikarnar við lívsháttarsjúkum

Fólkaheilsudepil 

Føroyar hava ein serligan fyrimun innan gransking

Millum stóru trupulleikarnar hjá flestu londum í vesturheiminum er versnandi fólkaheilsa.

Ein samanrenning av ov lítlari kropsligari rørslu, ringum kostvanum, sálarligum trupulleikum og m.a. royking hevur stórar heilsuligar kostnaðir, bæði fyri einstaklingin, familjuna og samfelagið.
Av hesum orsøkum missa nøkur síni nærmastu alt ov tíðliga. Onnur gerast sjúk ella óvirkin, sum í eitt langt áramál tyngir bæði tey sjálv, familjuna, og heilsu- og almannaverk.

Umframt menniskjaligar kostnaðir, so er eisini talan um stórar fíggjarligar kostnaðir fyri heilsu- og almannaverk og hartil kostnaðir av mistari arbeiðsorku í samfelagnum. Hóast neyv tøl ikki eru tøk, so er greitt, at sokallaðar ikki smittandi sjúkur (non-communicable diseases) ella lívsháttarsjúkur hvørt ár kosta føroyska samfelagnum hundraðtals milliónir krónur.

Øll lond í vesturheiminum dragast við somu trupulleikar, sum í dag raka økir um allan heimin, og av somu orsøk er støðugur og vaksandi dentur á at gera „íløgur“ í at betra um fólkaheilsuna – ein íløga, sum gevur okkum og øllum samfelagnum avkast.

Ymiskt er, hvussu skipanir fyri at betra um fólkaheilsuna verða settar í verk.Tey flestu londini í vesturheiminum hava stovnar líkum okkara Fólkaheilsuráði, sum arbeiða við kunning og átøkum fyri at bøta um fólkaheilsuna. Hóast okkara Fólkaheilsuráð ger eitt sera gott arbeiði, so er greitt, at nógv størri dentur má leggjast á at bøta um fólkaheilsuna í Føroyum.

Fram um størru londini í vesturheiminum hava vit í Føroyum fyrimun av, at vit eru eitt lítið samfelag, sum hóast støddina er skipað eins og flest onnur framkomin lond á okkara leiðum. Fyrimunurin er serliga, at fjarstøðan frá landsmyndugleikum út til landstovnar, starvsfólk og brúkarar er sera stutt. Hetta merkir eisini, at tað er lutfalsliga lætt at fáa eitt heilt samfelag at seta í verk skipanir ella átøk, sum hava týdning fyri alt landið – hetta eru tiltøkiniog átøkini í sambandi við koronuheimsfarsóttina eitt gott dømi um.

Fólkaheilsudepil 

Ganga undan og loysa trupulleikar við lívsháttarsjúkum

Við nýggja Fólkaheilsudeplinum skulu vit leggja lunnar undir eitt enn betri samfelag at liva og vaksa upp í. Grundað á gransking innan heilsuvísindi, rørslu og lívshátt skal Fólkaheilsudepilin skunda undir eina broyting í samfelagnum, har loysnir fáast upp á vaksandi trupulleikan við lívsháttarsjúkum. 

Við Fólkaheilsudeplinum skulu Føroyar gerast ein fyrimynd fyri onnur lond og gerast fyrsta landið í heiminum, sum broytir gongdina og loysir trupulleikarnar við vaksandi lívsháttarsjúkum í samfelagnum.

Um Fólkaheilsudepilin 
Fólkaheilsudepilin fer eisini at arbeiða við „aktións-gransking“, t.v.s. at gera ítøkiligar royndir við loysnum, sum eisini verða viðgjørdar við vísindaligum grundarlagi.

Fakfólkini á Fólkaheilsudeplinum leggja hetta til rættis, men eitt nú kann talan vera um „aktiónsgransking“ innan:
  • barna- og ungdómsheilsu við fokus á rørslu og kost.
  • heilsu hjá miðaldrandi (40+) við fokus á fyribyrging av lívsháttarsjúkum.
  • heilsu í ellisárum við fokus á rørslu og egna heilsu.

Úrslitini og royndirnar frá hesari gransking fara síðan at leggja lunnar undir granskingargrundaðar skipanir, sum verða galdandi fyri alt samfelagið, soleiðis at vit á tann hátt kunnu skapa eitt heilsubetri samfelag við betri trivnaði at vaksa upp í.

Úrslitini verða harafturat løgd fram á árligari altjóða fólkaheilsuráðstevnu, sum verður skipað í Føroya Arena. Fólka-heilsuráðstevnan hevur til endamáls at varpa ljós á arbeiðið við fólkaheilsuni kring heimin og ikki minst at fortelja heiminum, hvussu Føroyar loysa trup-ul-leikarnar við lívsháttarsjúkum.

Málið er, at Føroyar, sum fyrsta land í heiminum, skal loysa trupulleikarnar við lívsháttarsjúkum!