Altjóða hentleikar - nýggir møguleikar
Vit leita øll hvør í sínum lag og í felag við øðrum til størri og minni mentanartilboð og upplivingar, og er hetta vorðin ein fastur partur av gerandisdegnum hjá stórum parti av fólkinum kring alt landið.
Í nógvum førum ber til at fara til mentanartiltøk og upplivingar í Føroyum, men tað er eisini vorðið alsamt vanligari, at føroyingar ferðast til mentanartiltøk uttanlands – til tiltøk, sum ikki bera til at skipa í Føroyum, tí hølisumstøðurnar ikki eru til at hýsa hesum tiltøkum.
Áhugin fyri at koma til Føroya við ymiskum stórum tiltøkum er stórur, men avmarkandi hølisviðurskiftini hava forðað fyri, at stór tiltøk kunnu koma til Føroya. Við Føroya Arena verða hesi viðurskifti broytt, og ein nýggjur stórur mentanardepil fyri alt landið er skaptur, sum kann hýsa stórum konsertum, framsýningum, framførslum, samfelagsmøtum, altjóða ráðstevnum o.s.fr.