Virksemi 7 dagar um vikuna
Føroya Arena verður ein høll, eitt arbeiðspláss, ein upplivingardepil við livandi lívi allar dagar í vikuni. Høllin fer at hýsa fjøltáttaðum virksemi frá tíðliga á morgni til seint á kvøldi, hvønn dag í árinum, alt árið – og fer helst at verða ein av mest brúktu hallum í Føroyum.
Brúkaraskarin er fjøltáttaður og fevnir millum annað um:
- Barnagarðar
- Pensjónistar
- Úrvalsítróttafólk
- Kondirennarar
- Áskoðarar á konsertum
- Luttakarar á ráðstevnum
- Áskoðarar til landsdystir
- Ítróttastevnuluttakarar
- O.s.fr.
Ágóðin av fjøltáttaðu nýtsluni er nettupp styrkin í innihaldinum:
- at ættarliðini møtast
- at leikfólk møta úrvalsspælarum
- at tónleikur, list og andaligt virksemi møtir ítróttinum
- at heimsmeistarar møta børnum í bóltspæli
Hartil kemur alt innihaldið, sum nýhugsandi fyriskiparar fara at skapa í framúr góðu umstøðunum í Føroya Arena.