Um høllinaTjóðarleikvøllurMentanardepilMøguleikarFólkaheilsudepilTilbúgving
Samband

Stórhøllin sum partur av landstilbúgving Føroya

Mentanartilboð- og upplivingar eru vorðin ein týðandi partur av grundarlagnum undir trivnaðinum í nútíðarsamfelagnum.

Landstilbúgvingin

Miðdepil Føroya og førleikar at hýsa nógvum

Stórar ítróttahallir ella fótbóltsleikvøllir eru oftani partur av tilbúgvingini einum øki, einum landsluti ella í einum landi, serliga um stórar vanlukkur, sum raka nógv fólk, henda.

Eitt tað kendasta dømi er frá august 2005,
tá ódnin Katrina rakti New Orleans og legði stóran part av býnum undir í vatni.

Í kreppustøðuni í New Orleans gjørdist Louisiana Superdome ein týðandi partur av til­búgv­ing­ini og hýsti útivið 20.000 fólkum, sum ikki fylgdu tilmælunum um at rýma úr býn­um undanódnarveðrinum. Louisiana Super­dome varð tó ikki bygt til at vera part­ur av tilbúgvingini, og ávirkaði hetta eisini umstøðurnar hjá teimum, sum vórðu hýst í Superdome.

Tá ein stórhøll verður bygd, sum er mitt í landinum, og sum hartil liggur høgt í lend­inum (liggur í 140 m hædd), so er sjálvsagt, at høllin gerst partur av lands­tilbúgvingini. Høllin hevur allar hentleikar til at hýsa einum stórum tali av fólki, bæði í sambandi við neyðgisting, matgerð, vesi­ og brúsuviðurskiftum og so framvegis.

Umstøðurnar í høllini eru rúmligar, og í kreppustøðu eru góðar umstøður til at skipa hølir til læknaviðtalur, kreppu­ viðtalur og at hýsa kreppuleiðslu.

Hýsing av fólki í sambandi við tilbúgving er ein uppgáva, sum liggur hjá kommununum kring landið í samsvari við kommunalu til­ búgvingarætlanirnar. Men í Føroyum verður eisini arbeitt við at gera eina tilbúgv­ingarætlan fyri heilt stórar vanlukkur
– sum t.d. ferðamannaskipið Costa Concordia, sum við 4.250 fólkum sigldi á land og koppaði út fyri Isola del Giglio í Italia – soleiðis at Føroyar eru fyrireikaðar, um ein slík vanlukka rakar í okkara øki.

Natúrligt er, at Føroya Arena verður partur av slíkari landstilbúgving.

Staðseting

Góð atkoma og rúmligt kringøki

Føroya Arena verður bygd við Stórutjørn uppi í Hoyvík og er so statt geografiskt mitt í landinum.

Høllin er við Ringvegin, sum knýtir saman nýggja innkomuvegin til Havnar frá Eysturoyartunlinum við høvuðsstaðarøkið og innkomuvegin frá Sandoyartunlinum (og Suðuroyartunlinum). So statt fara útivið 90% av øllum føroyingum í 2023 at hava góða atkomu til stórhøllina.

Kringøkið er rúmligt, og eru tað 650 parkeringspláss við stórhøllina, samstundis sum tað eru góðar umstøður til at skipa bussflutning til og frá høllini, bæði oman í miðbýin í Havn og til aðrar partar av landinum.