Um høllinaTjóðarleikvøllurMentanardepilMøguleikarFólkaheilsudepilTilbúgving
Samband

Tjóðleikvøllur Føroya

Føroyskur ítróttur hevur seinastu ártíggjuni gjørt risa lop fram á leið. Vaksandi fólkatal setur ikki minst stór krøv til umstøður til ítrótt.

Tjóðleikvøllur føroya

Tjóðleikvøllur hjá innandura ítrótti

Ítróttafólk, ítróttafeløg og ítróttasambond hava sett sær framsøkin mál um at náa hægstu ítróttaligu tindum í heiminum – mál sum okkara ítróttafólk arbeiða miðvíst fram ímóti.

Av einstaklingum kunnu nevnast OL-svimjarin Pál Joensen, OL-rógvarin Sverri Sandberg Nielsen og norðurlendski taekwondomeistarin Høgni Kunoy Dávason.

Í liðítróttinum kunnu vit nevna hondbóltslandslið í ymiskum árgangum hjá bæði kvinnum og monnum, sum í løtuni vísa styrki ímóti stóru hondbóltstjóðunum.

Við framsøknum málum fylgja eisini størri krøv til karmarnar hjá ítróttini. 

Framsøkin mál krevja góðar fysiskar karmar. Úrslitini hjá U19-landsliðnum í hondbólti, sum 22. august 2021 vann European Championship í hondbólti, staðfesta hvussu átrokandi tað er at fáa ein tjóðleikvøll, sum kann hýsa landsdystum hjá innandura ítrótta- greinum, ikki minst hjá A-landsliðnum í hondbólti, soleiðis at vit ikki aftur skulu enda í einari støðu, har vit spæla heimadystir uttanlands.

Føroya Arena verður eisini ein týðandi liður í at bjóða fram einar enn sterkari ítrótta-Føroyar á næstu oyggjaleikum í Føroyum, bæði viðvíkjandi innihaldi og krøvum.

Føroyskur ítróttur hevur seinastu ártíggjuni gjørt risa lop fram á leið

Venjingarmøguleikar

Venjingarhøll til innandura ítrótt

Fólkatalið í miðstaðarøkinum er seinastu árini vaksið við 3-400 fólkum um árið og er í tíðarskeiðinum frá 2016 til 2021 vaksið við umleið 2.000 fólkum. Hetta setur stór krøv til kommunalar tænastur og tilboð av alskyns slag í miðstaðarøkinum.

Vaksandi fólkatal setur ikki minst stór krøv til umstøður til ítrótt. Staðfestast kann eisini, at tað í Tórshavnar kommunu er stórur tørvur á venjingarhølum til bæði verandi og nýggj ítróttafeløg og til kendar og nýggjar ítróttagreinar.

Ein partur av hesum tørvinum kann nøk- tast í Føroya Arena, sum millum annað kann hýsa:

Brúkaraskarin er fjøltáttaður og fevnir millum annað um:
  • hondbólti, flogbólti, kurvabólti, futsal
  • tennisi, badmintoni, borðtennisi
  • fimleiki, dansi, boksing
  • darti, bogaskjóting, luftbyrsuskjóting
  • e-sporti og gaming
  • frítíðarítrotti (t.d. innandura fótbólti)

Føroya Arena kann eisini verða partur av at nøkta tørvin á ítróttatímum hjá fólkaskúlum, frítíðarskúlum og dagstovnum í Tórshavnar kommunu.

Hølisviðurskifti og vallargólv er eisini tøkt til at skipa eldravenjing og venjingar fyri aðrar aldursbólkar í miðvísa arbeiðinum við at bøta um fólkaheilsuna í Føroyum.

Ikki minst eru í Føroya Arena framúr góðar um støður til venjingarlegur, bæði hjá før-oyskum ítróttafeløgum og ítróttafeløgum uttan úr heimi.

Ein fólkavøkstur upp á næstan 10% seinastu 5 árini

Úrvals ítróttarumhvørvi

Føroya Arena fer at hýsa nógvum ymiskum ítróttagreinum, umframt at vera heimavøllur hjá flestu landsliðunum í innandura ítróttagreinunum. Ítróttafólk, ítróttafeløg og landslið okkara hava sett sær mál at røkka ítróttaligu tindunum.

Málsetningar av hesum slag seta krøv til bæði karmar og innihald, og ein partur av umhvørvinum í einum úrvalsítróttaumhvørvi fevnir um eitt testsentur, sum kann skipast í samstarvi við ÍSF, ymisku sersambondini innan ítrótt og ítróttafeløg.