Um høllinaTjóðarleikvøllurMentanardepilMøguleikarFólkaheilsudepilTilbúgving
Samband

Um høllina

Føroya Arena ber við sær ávísa nýskapan, og fyriskiparar kring landið fara at skapa nýggj annarleiðis tiltøk, sum vit kanska ikki eru von við í Føroyum.

Um høllina

Føroya Arena er ein stórur bygningur við einari grundvídd upp á umleið 4.600 m2 . Bygningurin er í trimum hæddum við einari samlaðari gólvvídd upp á umleið 8.350 m2.

Føroya Arena kann so statt væl hýsa landsdystum hjá A-landsliðunum í hondbólti eins og landsdystum og altjóða kappingum hjá flest øllum innandura ítróttagreinunum í Føroyum.

Talan er um ein bygning, sum er lætt broytiligur, skilt soleiðis, at tað er lætt og skjótt at broyta uppseting  frá venjingarhøll til ein landsdyst, til eina konsert ella eitt samfelagsmøti.

Samanumtikið fer Føroya Arena at bjóða øllum føroyingum til tiltøk av alskyns slag og lyfta støðið fyri upplivingarmøguleikum í Føroyum – øllum borgarum í landinum til gleði og gagns. 

Føroya Arena ber við sær ávísa nýskapan, og fyriskiparar kring landið fara at skapa nýggj annarleiðis tiltøk, sum vit kanska ikki eru von við í Føroyum.

Tað ber sostatt til at hava eina fulla venjingarhøll hóskvøld, ein A--landsdyst í hondbólti fríggjakvøld, eina stóra konsert leygarkvøld og eitt samfelagsmøti sunnudag. Hetta merkir eisini, at virksemið  gerandisdagar ikki verður stórvegis ávirkað av størri tiltøkum í vikuskiftunum.

Dømi:

Hondbóltsdystir: uml. 2.700 sitipláss.
Konsert: uml. 3.600 sitipláss.
Konsert: uml. 4.600 standipláss.

Fíggjarligi parturin

Føroya Arena og fíggjarligi parturin 

Føroya Arena fer íroknað alt (eisini parkeringsøki kring høllina) at kosta 217,8 mió. kr. (uttan mvg) at byggja. Tað tekur umleið 20 mánaðir at byggja stórhøllina.

Metingarnar eru gjørdar av Articon, sum eisini hevur heintað inn ítøkiligar prísir upp á flest allar smá­
lutir í sambandi við byggingina av Føroya Arena.

Árligi raksturin av Føroya Arena fer at kosta umleið 3,75 mió. kr. Harumframt verður umleið ein hálv millión løgd í viðlíkahaldsgrunn hvørt ár, soleiðis at peningur er tøkur til størri viðlíkahald, sum koma við árunum.

Rakstrarætlan
Inntøkugrundarlagið fevnir um vanliga hallarleigu til venj­ing­ar og rørslu hjá ítróttafeløgum, skúlum og dag­stovn­um, felagsskapum og privatum. Útleigan til lands­dystir og størri kappingar verður eisini ein partur av inn­tøkunum hjá Føroya Arena, eins og útleigan til størri tiltøk – konsertir, framførslur, ráðstevnur, sølu­stevnur, sam­felagsmøtir o.s.fr. – verður partur av inntøkugrund­ar­lagnum.

Føroya Arena fer eisini at fáa inntøkur frá føstum leigu­málum við stovnar, fyritøkur og feløg í ymiskum hølum í høllini.

Íløguætlan
Frá byrjan hevur verið arbeitt við eini ætlan, har fleiri ymiskir partar bera íløgukostnaðin av Føroya Arena. Ætlanin fevnir um, at Tórshavnar kommuna ber helvtina av íløguni, og hevur Tórshavnar býráð á býráðsfundi 30. september 2021 givið tilsøgn um stuðul upp á upp í 108,6 mió. kr. til Føroya Arena.

Restin av íløguni verður ætlandi fíggjað við stuðli frá landinum, grunnum og vinnufyritøkum.

Málið er, at íløgan í Føroya Arena er fíggjað við stuðli, soleiðis at Føroya Arena er skuldafrí, tá hon verður tikin í nýtslu í seinnu hálvu í 2023.

Fíggjarætlan

Inntøka:
Ítróttatiltøk
Konsertir, undirhald v.m.
Ráð- og sølustevnur v.m.
Leypandi og minni leigumál
Føst leigumál
Inntøka til samans:


1.250.000
1.250.000
500.000
1.000.000
500.000
4.500.000

Útreiðsla
Lønir
Rakstrarútreiðslur
Grunnur til røkt
Útreiðslur til samans:
Úrslit:


2.249.352
1.490.000
560.903
4.300.255
199.745