Um høllinaTjóðarleikvøllurMentanardepilMøguleikarFólkaheilsudepilTilbúgving
Samband

Skipan og viðtøkur

Føroya Arena verður skipað í sjálvsognarstovnin Føroya
Arena, sum hevur til endamáls at byggja stórhøllina og harumframt umsita og fyrisita høllina, tá hon er liðug og tikin í nýtslu.

Skipanin við sjálvsognarstovnum er kend og merkir í stutt­ um, at stovnurin eigur seg sjálvan og hevur ikki sum undir­ liggjandi krav at vinna pening til møguligar partaeigarar. Við øðrum orðum fara møgulig fíggjarlig avlop til sjálvsognar­ stovnin, eins og sjálvsognarstovnurin má fíggja møgulig hall.

Nevndin í sjálvsognarstovninum ger greiðar reglur um nýtsluna av Føroya Arena, soleiðis at allir partar eru vitandi um, hvørji rættindi brúkarar av stórhøllini hava.



Viðtøkur fyri

sjálvsognarstovnin
Føroya Arena





§ 1

Navn og endamál

Navn stovnsins er Føroya Arena, og endamál stovnsins er at byggja og reka eina stórhøll, sum kann rúma stórum ítróttartiltøkum, konsertum, ráðstevnum og mentanartiltøkum av ymiskum slag, umframt at vera partur av føroysku vanlukkutilbúgvingini.



§ 2

Stovnsfæ

Neyðugt stovnsfæ, verður útvegað við kommunalum og almennum stuðuli, umframt inngjøldum frá grunninum, fyritøkum v.m.



§ 3

Stovnari

Tórshavnar kommuna stovnsetur stovnin.


Stovnarin hevur eingi rættindi í mun til ogn stovnsins ella møgulig avlop. Stovnurin heftir einsamallur fyri stovnsins skyldur og møguligt hall.



§ 4

Val av nevnd

Stovnurin verður stýrdur av eini nevnd, sum hevur 5 limir, har Tórshavnar kommuna velur 2, Vinnuhúsið velur 1, ÍSF velur 1, og Visit Faroe Islands P/f, velur 1 lim. Fyri hvønn nevndarlim, verður valdur ein varalimur, sum verður boðsendur til fund, um viðkomandi nevndarlimur ikki fær møtt.


Nevndin verður vald fyri 2 ár í senn. Nevndarlimir kunnu afturveljast.

 

Fer ein nevndarlimur frá í úrtíð, verður nýggjur nevndarlimur valdur av tí, sum hevur valt viðkomandi.


Í sambandi við sjálva byggingina av stórhøllini, velur nevndin eina bygginevnd til saman við nevndini at standa fyri byggingini. Hendan bygginevnd heldur uppat aftaná at byggingin er liðug, og høllin formliga latin stovninum.


Hóast ásetingina í § 8, hevur nevndin rætt til at strika hetta pettið um bygginevnd, eftir at bygginevndin er hildin uppat.




§ 5

Skipan av nevnd, nevndarfundir og uppgávur

Nevndin skipar seg sjálv við val av formanni og næstformanni.

 

Nevndin hevur fund so ofta formaðurin, ella minst tveir av nevndarlimunum halda tað vera neyðugt.


Nevndarsamtyktir verða avgjørdar við vanligum meiriluta. Standa atkvøðurnar á jøvnum, er formansins, ella í fráveru hansara, næstformansins atkvøða avgerandi.


Í sambandi við val av nevnd, skal miðast eftir, at nevndin verður vald í semju, soleiðis at nevndin hevur førleikar innan fíggjarviðurskifti, rakstur og fyriskipan av størri tiltøkum í ítróttar- og mentanarsamanhangi, umframt vanlukkutilbúgving.


Nevndin er viðtøkufør tá í minsta lagi tríggir av nevndarlimunum eru til staðar.


Førd verður nevndarprotokol um tað, sum fer fram á nevndarfundi.


Nevndin hevur dagligu leiðsluna av stovninum um hendi, herundir ábyrgd fyri at gera sáttmálar um raksturin av høllini, umframt setan og uppsøgn av starvsfólki.


Nevndin ásetur leiguna fyri høllina og ansar eftir, at stovnurin verður rikin í samsvari við endamálsgreinina.


Nevndin skal arbeiða fyri at fáa eitt rakstrarúrslit, sum gevur møguleika fyri hóskandi avsetingar til viðlíkahald.


Keyp, avhending ella veðseting av fastari ogn, kann bert fara fram við samtykt av samdari nevnd, umframt loyvi frá Tórshavnar kommunu.


Lántøka kann bert fara fram við góðkenning frá Tórshavnar kommunu.



§ 6

Roknskapur

Roknskaparár stovnsins er álmanakkaárið.


Stovnsins ársfrágreiðing skal grannskoðast av einum av nevndini valdum løggildum grannskoðara.


Tórshavnar kommuna kann, um neyðugt, tilnevna ein grannskoðara til at endurgrannskoða ársfrágreiðingina. Hendan grannskoðan, verður goldin av kommununi.



§ 7

Upplýsingarskylda yvirfyri Tórshavnar kommunu

Tórshavnar kommuna, hevur rætt frá stovninum at krevja upplýsingar, sum kunnu lýsa, um stovnurin,  verður rikin forsvarliga og samsvarandi endamálinum.



§ 8

Viðtøkubroytingar og uppathald

Viðtøkurnar kunnu bert broytast, og stovnurin kann bert likviderast, um tað verður samtykt av 4 av 5 nevndarlimum, og verður góðkent av Tórshavnar kommunu.


Við likvidatión, skal eitt møguligt avlop aftaná, at øll skuld er goldin, nýtast til frama fyri stovnsins endamál í Føroyum.




Soleiðis samtykt í sambandi við stovnan, tann           /    2021